Um GAIA
GAIA er ein NGO ein felagskapur, sum er settur á stovn fyri at tryggja, at innleiðingin av matarskipanum í føroyskum dagstovnum og skúlum er dagførd og verður verandi dagførd. Vit arbeiða fyri at skapa burðardyggar, føðslurættar og vælsmakkandi matarskipanir, sum stuðla undir trivnaði, javnseting og sum taka støði í okkara egnu náttúru og tilfeingi – røkt við ábyrgd fyri komandi ættarlið.
Í einum heimi, har alsamt fleiri lond flyta seg ímóti grønari, meiri heilsugóðum og staðbundnum matarskipanum, má eisini Føroyar taka ábyrgd. Tað er lætt hjá einari lítlari tjóð at snúgva seg undan ábyrgd – men vit hava skyldu at ansa eftir okkara børnum og framtíð teirra. Tað, tey eta í skúlanum og barnagarðinum, eigur at endurspegla bæði okkara siðaarv, dygdargóða tilfeingi og ta vitan, sum nýggjasta gransking vísir.