Visjón & Missión

Visjón

Visjónin hjá GAIA er at skapa eina burðardygga framtíð við at arbeiða samsvarsnfi við heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning, og við at tryggja, at øll børn í Føroyum fáa atgongd til føðslurættan mat, sum stuðlar trivnaði, javnrættindi og ikki minst einari sterkari føroyskari matmentan við at byggja land okkara á eitt grundarlag av burðardygd og felagsábyrgd.

Missión

Missiónin hjá GAIA er at arbeiða fyri at fremja nøkur av hesum heimsmálum, við at menna og seta í verk eina burðardygga matarskipan, sum stuðlar undir góða heilsu og trivnað(Mál 3), tryggjan av burðardyggari framleiðslu og nýtslu(Mál 12), og at minka um ójavnað millum okkum menniskju(Mál 10). GAIA skal samstarva við lokalar matframleiðarar og stovnar fyri at tryggja, at matarskipanin bæði er føðslurøtt og umhvørvisliga ábyrgdarfull, umframt at vit byggja land og stimbra okkara felags trivnað og framtíð her í Føroyum.


Felagskapurin GAIA arbeiðir fyri at menna eina burðardygga matarskipan fyri allar dagstovnar og skúlar í Føroyum. Endamálið er at tryggja, at børnini hava fáa atgongd til sunnan og føðslurættan mat, ið er bygdur á føroyska tilfeingið, og ið er samstundis bæði vælsmakkandi og burðardyggur.