Mál
1. At tryggja burðardyggan, føðslurættan og vælsmakkandi mat til børn á øllum dagstovnum og skúlum í Føroyum.
2. At tryggja, at øll børn, óansæð sosialt og fíggjarligt støði, hava javna atgongd til matarskipanina.
3. At økja um trivnað og sosialan javnvág millum børnini.
4. At stuðla føroyskum landbúnaði og lokalari matframleiðslu.
5. At minka matoyðsl við at gagnnýta lokalar rávørur.
6. At skapa eina sterka innkeypsstýring, sum styrkir føroyska lokalbúskapin.
7. At tryggja at fólkið hevur álit á, at teirra matur er framleiddur burðardygt og stuðlar heilsu og trivnað.